Kunning
Góðkenning
Atlantshav er góðkent av Umhvørvisstovuni til at framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri.
Góðkenning sæst her: Aðrar góðkenningar - Umhvorvisstovan

ISPM 15 standardur
Altjóða sáttmálin International Plant Protection Convention (dk: Plantesundhedskonvention) hevur ásett ein standard fyri viðgerð og merking av pakkitilfari úr timbri.
Hesin standardur eitur International Standards For Phytosanitary Measures No. 15 (ISPM 15) og fevnir millum annað um, at tilfari skal vera hitaviðgjørt. Hitaviðgerð er við til at forða óynskt smákykt og/ella pest í timbrinum.
Eitt brennimerki við IPPC, góðkenningar nummar hjá virkinum FO-001 og HT verður sett á plattin, sum prógv fyri at platturin er framleiddur eftir ISPM 15. HT er stytting fyri Heat Treatment.
Atlantshav framleiðir einans ISPM 15 góðkendar plattar.
Kunning frá IPPC viðvíkandi ISPM 15
Meira kann lesast um ISPM 15 standardin her: Regulation of wood packaging material in international trade - International Plant Protection Convention
Lond sum krevja ISPM 15
Flest lond hava krav um at alt pakkitilfar sum er gjørt úr timbri, skal
vera hitaviðgjørt og merkt fyri at sleppa inn í landi.
Millum annað hesi lond hava sett hetta krav í gildi:
- Sveits (2004)
- USA (2009)
- Canada (2009)
- Norra (2000)
- Týskland (2002)
- Kina (2002)
- Spania (2009)
- Italia (2009)
Fulkomin listi av londum sum hava áset ISPM 15 sæst her: https://www.ippc.int/en/countries/all/ispm15/
Góðkendar ISPM fyritøkur í Lettlandi
Á heimasíðuni hjá State Plant Protective Service of the Republic of Latvia kann leitast eftir fyritøkum sum eru góðkendar til millum annað HT (hitaviðgjørdan) við.
Góðkendar ISPM fyritøkur í Danmark
Á heimasíðuni hjá Landbrugs- og Fiskeristyrelsen sæst ein listi yvir góðkendar fyritøkur.
Kunning frá Landbrugs- og Fiskeristyrelsen í Danmark viðvíkandi ISPM 15 sæst her.
Góðkendar ISPM fyritøkur í Norra
Listin sæst her.
Kunning frá Mattilsynet í Norra viðvíkandi ISPM 15 sæst her.